Tíðindi
-
Nýggj greining av Eik Banka, sept. 09
15-09-2009
Í sambandi við at Eik Samtakið fyri tíð síðani hevur almannakunngjørt úrslitið fyri fyrsta hálvár 2009, hava vit av nýggjum gjørt eina meting av støðuni hjá samtakinum. Mett verður nú, at úrslitið hjá Eik Samtakinum áðrenn skatt verður eitt hall á knapt 68 mió kr. í 2009. Í mai mánað var mett, at úrslitið [...]
-
Eik við í mánaðarriti hjá Hardman & Co
11-06-2009
Umleið 12.000 virðisbrævarøktarar fáa í hesum døgum mánaðarritið “Hardman & Co. Monthly” sendandi.
Hesaferð er nýggja greiningin av Eik Banka umrødd í ritinum saman við einari røð av øðrum fyritøkum, ið bretska greinarafyritøkan hevur hugt nærri at og greinað.
Mánaðarrit: monthly_june_2009
Vælkomin til www.damco.fo
Við at samstarva við okkum, fært tú størri møguleika til at fokusera uppá tínar kjarnuførleikar, og tey viðurskifti, sum hava samband við tín kappingarfyrimun.
Thomas Dam, stjóri á Spf. DamCo
Spf. DamCo bjóðar seg bert fram við tænastum innan økir, har antin egin starvsfólk ella samstarvsfelagar hava drúgvar royndir. Á hesi heimasíðu, hevur tú møguleika at kunna teg um okkara tænastur, samstarvsfelagar og nakrar av okkara fyrr- og núverandi kundum.



